21 fólk søkt stjórastarvið í Heilsutrygd

21 fólk vilja yvirtaka sessin hjá Jan Danielsen, fyrrverandi stjóra á Heilsutrygd.

Tá umsóknarfreistin til at søkja stjórastarvið í Heilsutrygd var úti mikudagin á middegi høvdu 21 fólk søkt starvið.

- Vit hava fingið 21 umsóknir til starvið, men kunnu ikki upplýsa meira um kynsbýti ella onnur viðurskiftir, sigur Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Heilsutrygd skal hava nýggjan stjóra aftaná at Jan Danielsen, fyrrverandi stjóri, og Heilsumálaráðið í november samdust um eina fráfaringaravtalu, tí partarnir vóru ósamdir um hvussu stovnurin skuldi rekast.

Aðalstjórin upplýsir, at man vónar at seta ein nýggjan stjóra áðrenn summarferian byrjar.

- Vit hava ikki sett eina dagfesting á nær nýggi stjórin skal byrja í starvinum, men vit eru farin undir eina tilgongd, og vóna at seta viðkomandi áðrenn summarferiuna, sigur Turid Arge.