heimasíða
Talan er um ein veldugan databasa, har tað skal bera til hjá bæði vínkennarum og leikfólki at leita seg fram til besta vínið til ymsu høvini.
- Hetta er nakað, sum eg havi arbeitt við í eina tíð. Og hugskotið hevur sum so verið at fáa so nógv við í databasan, sum tað á nakran hátt er gjørligt. Higar til havi eg so fingið á leið 7.000 framleiðarar við tilsamans 21.000 ymiskum vínum við á heimasíðuna, og so helt eg, at tað var bara at seta tað ígongd, sigur Heini Zachariassen.
- Kanska er hetta sum at gera eitt nýtt leksikon, og bara hava frá A til B at byrja við. Men fyrr ella seinni skal tað so gevast út, og sjálvur helt eg so, at nú var løtan komin, sigur Heini Zachariassen.
Á slóðini www.vivino.com/beta ber til at skráseta seg sum brúkara av síðuni. Umframt at brúkarin kann leita upp ymsar upplýsingar um ymisk vínsløg, so hevur tú her møguleikan at gera tínar egnu viðmerkingar og tínar egnu ratingar av ymsu sløgunum. Á tann hátt ber til at leita seg fram til tað, sum áður hevur eydnast væl, eins og tað eisini ber til at síggja, hvat onnur halda um ymsu sløgini.
Og ert tú stadd/ur uttanlands, ber eisini til at leita seg fram til júst røttu vínhandlarnar, har ymsu sløgini kunnu keypast. Tann møguleikin er sjálvandi ikki í Føroyum, har Rúsdrekkasølan hevur einkarrætt at selja vín, men hinvegin treytar hetta eisini eina veitingarskyldu, so er okkurt gott at finna á vivino, ber altíð til at fáa vøruna bílagda heim til Føroya.










