Tað skal ikki vera longri enn ein tími hjá nøkrum føroyingi at ferðast til Havnar, sama hvar í landinum tey búgva.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at hetta er tað yvirskipaða endamálið við politikkinum á samferðsluøkinum. Í morgun hevur hann lagt nýggjastu Samferðsluætlanina hjá Landsverki fyri Løgtingið, og í næstu viku fer Løgtingið at hava aðalorðaskiftið um samferðsluna í Føroyum hesi næstu árini.
Og Heðin Mortensen sigur, at vit eru komin væl áleiðis at røkka endamálinum um, at eingin skal hava meiri enn ein tíma at ferðast til Havnar. Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin, og Sandoyartunnilin, gongur væl, og tað verður koyrandi í Sandoynna í 2024. Men so er ein stór avbjóðing eftir, og tað er sambandið ímillum meginøkið og Suðuroynna.
– Hetta landsstýrið hevur sett sær fyri, at koyrandi skal vera ígjøgnum ein nýggjan Suðuroyartunnil longu í 2030, sigur Heðin Mortenen. Hann sigur, at endamálið er at farið verður undir hetta projektið, tá ið liðugt er at gera Sandoyartunnilin.
– Fyri landsstýrið er hetta fyrst og fremst at menna Suðuroynni, men fíggjarliga er eisini talan um eina góða íløgu, sigur hann. Hann leggur afturat, at í ár eru 500.000 krónur settar av á fíggjarætlanini til at gera ymsar kanningar í sambandi við uðuroyartunnilin.
– Um ikki so langa tíð skal ein onnur loysn finnast fyri Smyril, men tað er munandi dýrari at reka Smyril enn tað er at reka ein tunnil.
– Í samferðsluætlanini verður víst á, at talan er um eina ovurhonds stóra íløgu. Hon skal tí fyrireikast ógvuliga væl, men samanumtikið eru vit í landsstýrinum sannførd um, at ein tunnil er nógv tann besta íløgan.
– Samstundis fer ein slík loysn at knýta Suðuroynna so tætt at restini av Føroyum sum yvirhøvur til ber og tá ið hann er komin verða 99 prosent av føroyingum knýttir saman við vegum, og tá verður tað líka skjótt at ferðast av av Tvøroyri til Havnar sum tað er at ferðast úr Klaksvíkar til Havnar í dag.