2017 gott skattaár hjá kommununum

Teir fyrstu ellivu mánaðirnir í 2017 hava bara hilnast heilt væl hjá kommununum, tá  hugt verður eftir skattainntøkunum. Tað vísa nýggjastu skattatølini hjá Taks. 


Higartil í ár eru inntøkurnar hjá føroyskum kommununum frá skatti øktar við 98.873.881 krónur, ið er ein prosentvøkstur á 6,48 prosent. Fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør rindaðu føroyingar 1.526.937.462 krónur í skatt, meðan tilsvarandi  talið í ár er 1.625.811.343 krónur. 


Vøksturin í november hevur tó verið eitt vet minni enn miðaltalið fyri alt árið. Í november í ár rindaðu føroyingar 152.741.379 krónur í kommunuskatti, meðan tilsvarandi tal í november 2016 var 146.851.595 krónur. Tað er ein vøkstur 5.889.784 krónur ella 4,01 prosent.


Serliga Hovs kommuna og Hvannasunds kommuna kunna fegnast um ein góðan mánað, tá hugt verður eftir prosentvøkstrinum. Í Hovi vóru inntøkurnar frá kommunuskatti í november 2017 20,90 prosent hægri enn í sama mánað í fjør, meðan vøksturin í Hvannasunds kommunu var 24,28 prosent. 


Hinvegin er talan um eina stóra afturgongd í Fugloyar kommunu, har kommunuskatturin var 54,03 prosent lægri í november í ár enn í fjør, og í Eysturkommunum, har inntøkur frá kommunuskatti lækkaðu við 18,3 prosentum.