Vinnulív
Fáur hevur upplivað so stóra succés sum 43 ára gamli føroyski vinnulívsmaðurin Jákup Jacobsen. Hann hevur gjørt íløgur í alskyns handilsvirksemi kring allan heim, m.a. í donsku risafyritøkuna Jysk Sengetøjslager, og hevur hann tilsamans 1000 fólk í arbeiði í fyritøkum í Kanada, Íslandi, Føroyum og teimum trimum baltisku londunum. Fyri okkum føroyingar eru Skemman og BR Leikur helst bestu dømini um handlar, sum Jákup Jacobsen eigur. 43 ára gamli havnarmaðurin búleikast í Íslandi og er fyri stuttum farin inn á kinesiska marknaðin, har hann keypir og selur allar vørur, sum kunnu keypast og seljast, sum hann sjálvur tekur til.
Talið av arbeiðsfólki hansara økist við 20-30 prosentum um árið, og komandi fýra árini fer hann hvørt ár at byggja 100.000 fermetrar afturat fyri at fáa pláss til alsamt vaksandi handilsvirksemi.
Fáur um nakar føroyskur vinnulívsmaður hevur í sama mun gjørt seg galdandi á altjóða marknaðinum, og sum eigari hevur Jákup Jacobsen ein annan føroying, 43 ára gamla Niels Stórá, sum stjóra á fyritøkum sínum. Við sínum royndum í altjóða vinnulívi hava teir báðir sínar avgjørdu meiningar um framtíðarútlit á føroyska vinnulívsøkinum, samstundis sum teir hava síni sjónarmið um, hvussu føroyski búskapurin skal kunna standa seg í einum globaliseraðum heimsbúskapi.
Liberaliseringar
- Tað snýr seg fyrst og fremst um, at føroyingar sum skjótast mugu fáa ein breiðari horisont til tað globala, er Jákup skjótur at svara, tá vit í Miðlahúsinum í Vágsbotni hitta hann og samstarvsfelagan Niels Stórá.
Globaliseringin, sum eftirhondini nærmast er vorðið eitt nýtt mótaorð í alskyns útgávum, setir sambært Jákupi grundleggjandi nýggj krøv til ein og hvønn lokalan búskap, sum føroyingar higartil als ikki hava megnað at fyrihalda seg konstruktivt til. Við støði í teimum sjúkueyðkennum og krepputendensum, sum føroyski búskapurin er ávirkaður av, metir Jákup Jacobsen, at tiltøk mugu setast í verk skjótast gjørligt, um Føroyar skulu hava nakran møguleika at fylgja við og fáa part av teimum ágóðum og fyrimunum, sum búskaparliga globaliseringin hevur við sær. Bæði í vinnulívinum, á arbeiðsmarknaðinum, á útbúgvingarøkinum, í valskipanini og í almennu fyrisitingini.
- Á vinnulívsøkinum verða liberaliseringar og privatiseringar ongantíð ov skjótt settar í verk. Tann sannroynd, at føroysku peningastovnarnir, flakavirkini og stóra flogfyritøkan eru almennar fyritøkur, er ein stórur meinbogi, og øll almenn partafeløg skuldu verðið privatiserað. Samstundis mugu skattur og avgjøld lækkast, t.d. við at innføra flatan skatt á 13% fyri øll, sum eisini hevði verið ein nógv einfaldari og lættari umsitingarlig skipan. Samstundis er tað sera átroðkandi at fáa í lag millumtjóða skattasáttmálar við fleiri lond, so útlendskar fyritøkur fáa hug at koma hendavegin. T.d. kundi eg sum privatur íleggjari ikki komið til Føroya, so leingi eg verði kravdur eftir skatti fyri inntøkur í Kanada. Ísland hevur slíkar sáttmálar við nógv fleiri lond og er tí nógv meiri attraktivt fyri íleggjarar. Og til seinast kann eg nevna, at orsakað av alsamt vaksandi globalu kappingini má og skal tað gerast bíligari at framleiða, uttan at tað nýtist at ganga út yvir reallønina hjá arbeiðaranum, sigur Jákup Jacobsen.
Hann metir við øðrum orðum, at spælireglurnar í føroyskum vinnulívi eiga at gerast liðiligari, meiri fleksiblar og meiri kveikjandi fyri bæði føroyskar og útlendskar vinnulívsaktørar. Í hesum høpi hevur Jákup eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu gongd kundi komið á stirvna íløguvirksemi. Hann heldur, at um myndugleikarnir samtyktu, at komandi tvey árini kundu fyrstu 25.000 krónurnar av øllum íløguvirksemi verið skattafríar, hevði hetta møguliga aktiverað fleiri føroyingar. Og samstundis kundi eitt fast vinningsbýti verði sett á átta prosent, so fleiri fingu hug at keypa partabrøv.
- Tað snýr seg í stuttum um at aktivera allan tann føroyska peningin, sum liggur deyður í virðisbrøvum uttanlanda, samstundis sum vit mugu fáa bæði útlendskan og føroyskan kapital í størri mun at arbeiða fyri Føroyar. Um hetta skal eydnast, mugu vit liberalisera og privatisera, sigur Jákup Jacobsen. Og til seinast nevnir stóríleggjarin týdningin av einum opnari handilssamstarvi við ES.
- Sum so mangan nevnt áður eru betri handilssáttmálar við ES eisini átroðkandi. Vit mugu í størri mun vera villig til at spæla við í ES-høpi, slær Jákup Jacobsen fast.
Nýggjur arbeiðsmarknaður
Men undir liðini á sínum bossi er Niels Stórá eisini skjótur at vísa á trupulleikan við føroyska arbeiðsmarknaðinum og tey mongu verkføll, sum við jøvnum millumbilum stinga seg upp. Og Niels metir, at føroyingar kundu lært nakað av at hugt at sínum íslendsku grannum, sum fyrst í nítiárunum framdu stórar reformar á arbeiðsmarknaðinum.
- Eftir at verkføll í tíð og ótíð forðaðu menningini av íslendska samfelagnum, gjørdu íslendarar fyrst í nítiárunum eina fýra ára langa tjóðarsemju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Eitt kompromis, har allir partar fingu nakað, og ein semja, sum noyddi partarnar at binda frið. Við hesum komu íslendarar teimum mongu verkføllunum til lívs, greiðir Niels frá. Hann leggur afturat, at íslendarar longdu sáttmálan fýra ár afturat, eftir at fyrstu fýra árini vóru runnin, og henda tjóðarsáttin, sum hevur stabiliserað íslendska arbeiðsmarknaðin, hevur sambært Niels tænt íslendska vinnulívinum.
- Ein slíkur høvuðssáttmáli á arbeiðsmarknaðinum, sum forðar fyri kostnaðarmiklu verkføllunum, er neyðug at seta í verk í Føroyum, slær Niels fast.
Hugburðsbroyting
Jákup Jacobsen og Niels Stórá fylgja spentir við 2015-ætlanini, sum Føroya Landsstýrið fyri stuttum hevur lanserað. Teir meta tað vera gott at leggja langsiktaðar ætlanir, og teir bíða við áhuga eftir, hvørji ítøkilig stig sitandi samgonga tekur, um Føroyar skal vera millum heimsins fremstu tjóðir í 2015. Men vinnulívsmenninir í Íslandi eru ikki bjartskygdir. Jákup sigur, at tað av og á tykist sum um, at føroyingar mugu á botn, áðrenn teir vakna. Og tað metir hann vera synd fyri eina tjóð, sum hevur so nógvar møguleikar.
- Tað eru tríggir møguleikar, um 2015-ætlanin skal gerast veruleiki. Antin gerst oljudreymurin veruleiki, ella kunnu vit leggja okkum at bíða eftir einum gýtingarstovni á føroysku havleiðini, sum er so stórur, at hann kann gera okkum rík. Triði møguleikin er at stinga nýggjar ætlanir út á kortið, og tað er sjálvandi hetta, vit eiga at gera, sigur ein ironiskur Jákup, áðrenn hann heldur fram.
- Fyri tíggju árum síðani var íslendski búskapurin eins einstáttaður og tann føroyski. Fiskurin var alfa og omega. Í dag kemur ein hálv milliard krónur í íslendska landskassan av útflutningi av software (teldulutum), privata bankavinnan kastar øgiligar inntøkur av sær, ikki minst tí bankarnir eru villigir til at spæla við sum aktivir íløguaktørar, heilivágur er vorðin ein heil útflutningsvinna, og umframt hetta kunnu vit nevna aðra teldutøkni, transport og ferðavinnu sum etableraðar vinnur í Íslandi. Alt hetta orsakað av eini íslendskari hugburðsbroyting, sigur Jákup Jacobsen, sum eftirlýsir meiri dirvi og áræði í føroyskum vinnulívi.
- Alt byrjar jú við, hvønn hugburð eitt fólk hevur. Men onkuntíð mást tú broyta skipanina fyri at broyta fólksins hugburð, og hetta er fremsta ábyrgdin hjá føroysku myndugleikunum, sigur føroyski verðinsmaðurin í Íslandi.
Við øðrum orðum er globaliseringin ikki eitt frítt val. Øll eru umborð, hóast vit vilja tað ella ikki. Spurningurin er so, um vit gerast vinnarar ella taparar í hesum spæli.
Akademiskt fjølbroytni
Niels Stórá og Jákup Jacobsen eru á einum máli um, at ein høvuðsfortreyt fyri menning er eitt høgt útbúgvingarstøði, og ikki minst er týdningarmikið at hyggja at, hvussu útbúni parturin av fólkinum verður nýttur á arbeiðsmarknaðinum. Men fyrst og fremst eftirlýsa teir báðir, at útbúni føroyingurin eisini kagar út um ríkisfelagsskapin.
- Íslendsku myndugleikarnir eru m.a. farnir aktivt inn í útbúgvingarprosessina og hava eggjað ungdómin at nema sær útbúgving aðrastaðni enn í Íslandi, hóast vit hava eitt frálíkt íslendskt universitet. Ein triðingur fer til USA, og hesin parturin klárar seg serliga væl. Ein triðingur er ymsastaðni kring Europa, og seinasti triðingurin er í Íslandi. Hetta skapar eina globala tilvitsku, ein breiðari vinkul, sum als ikki er at síggja í Føroyum, tí nógv tey flestu útbúgva seg á einum og sama staði, nevniliga í Danmark, sigur Niels Stórá. Sostatt metir Niels, at føroyskir myndugleikar í størri mun áttu at eggjað ungum føroyingum at leita sær út um ríkisfelagsskapin, tí fjølbroytt vitan og spesialisering er vegurin fram.
Ein annar útbúgvingarligur trupulleiki er sambært Niels, hvussu føroyingar nýta sína akademisku megi.
- Alt ov nógvir føroyingar enda í almenna sektorinum, tá teir koma heim eftir lokna útbúgving, og reint fíggjarligt kastar tað jú einki av sær. Meðan meginparturin av teimum útbúnu enda í almenna sektorinum í Føroyum, er tað beint øvugt í Íslandi. Har er privata vinnan tann attraktiva, og tað er í privata sektorinum, at útbúni íslendingurin leitar sær. Sjálvsagt skal ein partur av akademisku megini nýtast í almennari umsiting, men í Føroyum er býtið av akademiska tilfeinginum alt ov illa umbýtt millum tað almenna og tað privata, metir Niels Stórá.
Og Jákup leggur afturat, at almenna fyrisitingin í Føroyum í roynd og veru er alt ov stór.
- Í einum landi við 45.000 íbúgvum er fyrisitingin í Føroyum alt ov stór og kostnaðarmikil. Almennu Føroyar bera á sínum herum eitt alt ov tungt apparat, og tí eru rationaliseringar í fyrisitingini neyðugar, metir Jákup.
Í samband við útbúgving og vitan skoytir Jákup uppí, at føroyingar eisini mangla hagtøl. Í londunum kring okkum eru hagtøl tann mest vegleiðandi mekanisman, tá nýggjar ætlanir skulu stingast út í kortið, og tí eiga fleiri máti-instrument at nýtast í politiska arbeiðinum og í almenna kjakinum. Tað fyriliggja bert nøkur yvirornað tøl um føroyska samfelagið, men vit mangla við reinum tølum at hyggja nærri at okkum sjálvum og okkara kappingarneytum, tí einki er í veruleikanum meiri sigandi og avdúkandi enn tøl, sigur Jákup Jacobsen. Hann metir, at uttan fleiri tøl á borðið hava vit sum veljarar ongan møguleika at hava eftirlit við, hvussu væl politiski myndugleikin røkir sítt arbeiði, og uttan ítøkilig tøl hava vit ikki grundarlag at fara á val fjórða hvørt ár. Og viðvíkjandi hesum nevnir Jákup ein annan trupulleika, sum er at finna í okkara valskipan.
- Okkara valskipan við so nógvum valdømum hevur við sær, at ein meiningsleysur og kostnaðarmikil føroyskur lokalpolitikkur hevur fríar ræsur, og tí mugu vit fyri alt í verðini fáa eitt savnað valdømi, so ineffektivi lokalpolitikkurin kann halda uppat, metir Jákup.
Liberalur vælferðarstatur
Tað er ikki at fara skeivur av, at Niels og Jákup umboða nøkur politisk og búskaparlig sjónarmið, sum eru eyðkend av grundsúlunum í eini klassiskari liberalistiskari hugsan við øllum teimum gomlu setningunum um fríari kapping, fríar marknaðarkreftir, minni statsinterventión, minni alment, meiri privat o.s.fr. Fyri sosialdemokratisku flokkarnar er stóri spurningurin, hvussu slíkir reformar ávirka vælferðarstatin og almennu vælferðartænasturnar. Og tað er júst á hesum øki, at vinstrivongurin stillar seg skeptiskt á bakbeinini og tekur liberalistiska paradísið við fyrivarnum. Men sambært Jákupi og Niels nýtist ein liberalur búskaparpolitikkur als ikki at redusera vælferðina. Tvørturímóti.
- Tað snýr seg jú um, hvør keypsorka er eftir fyri hvønn einstakan, og samstundis sum vit vilja gera tað bíligari at framleiða, vilja vit eisini gera tað bíligari at liva og forbrúka. Íslendski arbeiðarin hevur størri keypsorku enn nakrantíð, sigur Jákup, og Niels leggur afturat.
- Men so mugu vit eisini liva við, at nakrir einstaklingar gerast sera ríkir, og tað er verri enn so altíð, at eitt fólk tolir at síggja nakrar einstaklingar strúka avstað við stórari succés, sigur Niels.
Teir eru samdir um, at tað heilt einfalt snýr seg um at løna teimum, sum hava hug at royna seg. At loyva teimum sterku at vera sterk, í staðin fyri at nullstilla allan kapasitet við tí úrsliti, at tær dygdir og tey evnir, sum eru í fólkinum, ikki verða gagnnýtt.
2015-marran
Í stuttum meta Niels Stóra og Jákup Jacobsen, at fleiri ítøkilig stig eiga at verða tikin, um talan ikki skal gerast um eina 2015-marru heldur enn einar framkomnar og liviligar Føroyar í 2015. Og við hesum hava teir báðir í øllum førum sent Føroya Landsstýrið nøkur greið signal, um Føroyar skulu vera eitt framkomið land um 10 ár.
Um hesi umfatandi boð uppá einar nýggjar Føroyar ikki verða implementeraðar, kann føroyska tjóðin sambært teimum báðum skjótt enda á botni og gerast ein aftursigldur bátur í globalu kappingini, og so kann 2015 sambært teimum báðum skjótt gerast eitt óhugnaligt árstal...
Mynd:
- Globaliseringin er ikki eitt frítt val. Øll eru umborð, hóast vit vilja tað ella ikki. Spurningurin er so, um vit gerast vinnarar ella taparar í hesum spæli. Uttan umfatandi reformar á fleiri økjum kann ár 2015, tá vit sambært Føroya Landsstýrið skulu vera millum heimsins førandi tjóðir, skjótt gerast eitt ræðani árstal, siga føroysku vinnulívsrisarnir í Íslandi, Jákup Jacobsen (omanfyri), og Niels Stórá (niðanfyri)
Mynd: Bárður Lydersen