Granskarar á Goddard Institute hjá amerikonsku rúmdarumsitingini NASA siga, at 2010 er tað heitasta árið, sum vit hava mátingar frá. Hitalagið var tað sama sum í 2005, sum var metár frammanundan.
2010 var 0,01 stig heitari enn 2005 og 0,75 stig enn meðalhitin í árunum frá 1951 til 1980.
Granskarin James Hansen, sum hevur skrivað frágreiðingina, skrivar millum annað, at eru forsagnirnar um vakstrarhúsgassið og tess ávirkan á hitalagið beinar, fer hitametið frá 2010 ikki at halda leingi.
Niðurstøðan hjá NASA byggir á mátingar hjá 1.000 veðurstøðum kring heimin, fylgisveinum, sum hava kannað hitan í heimshøvunum og mátingar hjá ymsum kanningarstøðum á Antarktis.