Bretskir veðurfrøðingar siga seg hava ábendingar um, at árið í ár kann gerast tað heitasta nakrantíð.
Á bretsku veðurstovuni, Met Office, vænta veðurfrøðingarnir, at í ár verður meðalhitin á Jørðini 0,54 stig oman fyri langtíðarmeðalhitan. Heldur hendan metingin, verður 2007 tað heitasta árið, síðani tær skipaðu hitamátingarnar byrjaðu fyri 150 árum síðani.
Bretsku veðurfrøðingarnir siga, at tað eru ymsar orsøkir til, at árið í ár kann gerast tað heitasta. Dálkingin ger sítt, men veðurfyribrigdið El Nino fær eisini sína ávirkan í ár. El Nino, sum er ein óvanliga heitur streymur í Kyrrahavinum, ger um seg við jøvnum millumbili og er virkin nú. Veðurfrøðingarnir hjá Met Office siga, at El Nino verður virkin nakað inn á hendan ársfjórðingin, men at hann fer at ávirka veðurlagið fleiri mánaðir aftaná.
Í 1998 fekk El Nino stóra ávirkan á veðurlagið víða um heimin og gjørdi millum annað, at tað árið var meðalhitin á Jørðini 0,52 stig oman fyri langtíðarmeðalhitan. Tað er met, men í ár verður munurin 0,54 stig sambært bretsku veðurfrøðingunum.
Veðurgranskarin Katie Hopkins sigur við Reuters, at forsagnirnar hjá Met Office er enn ein ávaring um, at broytingar eru í veðurlagnum um allan heimin.










