2006 helst eitt betri ár hjá fiskiskipaflotanum

- Skipini hava sum heild havt nøkur vánalig ár seinastu árini, men nú hevur flotin aftur framgongd, og hetta sæst eisini aftur í búskapinum. Ábendingar eru um, at árið í ár fer at roynast betur enn árið í fjør. Samlaða veiðinøgdin er økt, og tað eru fiskaprísirnir eisini, sigur Bjarni Poulsen í roknskapargreining, sum Rasmussen & Weihe hava gjørt

Fiskiflotin

Í gjár skipaði Rasmussen & Weihe fyri árligu framløguni um støðuna í føroysku fiskivinnuni. Í framløguni verður dentur lagdur á støðuna hjá føroyska fiskiskipaflotanum, men grannskoðarafyritøkan ger eisini eina greining yvir gongdina í føroysku fiskavirkisvinnuni.
Hesin árligi fundurin er ætlaður viðskiftafólkum hjá felagnum, og vanliga er tað serliga tann parturin av viðskiftafólkunum, sum virka í fiskivinnuni, ið eru við til framløguna.
Rasmussen & Weihe hava gjørt eina roknskapargreining av fiskiskipaflotanum fyri árini 2001-2005, og við framløguna verður í stuttum eisini mett um árið, sum skjótt er umliðið.
Grundarlagið undir greiningini er í fyrsta lagi almennu ársroknskapirnir, men felagið hevur eisini kannað sær aðrar upplýsingar, eitt nú um veiðinøgd og nettosølu, og í hesum sambandi er tað ikki minst Føroya Fiskimannafelag, sum situr á góðum og neyvum hagtølum um fiskiskipaflotan.

Hvør bólkur sær
Greiningin er býtt upp í tilsamans 9 bólkar, 1) Allur flotin, 2) Pelagisk vinna, 3) Rækjuvinna, 4) Verksmiðjutrolarar, 5) Partrolarar, 6) Lemmatrolarar, 7) Línuskip, 8) Garnaskip og 9) Onnur skip.
Soleiðis fevnir greiningin um meginpartin av fiskiskipaflotanum.
Útróðrarflotin er ikki tikin við, tí har eru bert fáir bátar, ið eru skipaðir í partafelag ella smápartafelag við skyldu at lata inn almennan roknskap.
Tað var Bjarni Poulsen, sum vegna Rasmussen & Weihe hevði framløguna í gjár, og honum til hjálpar vóru eitt nú Niclas Joensen og Jacobina í Lambanum, sum sat við telduna.
- Í greiningini hava vit lagt dent á at vísa á gongdina hjá hvørjum einstøkum skipabólki hesi 5 árini, og fyri at fáa eina heildarmynd av fiskiskipavinnuni, hava vit somuleiðis valt at leggja saman tølini fyri allar skipabólkarnar, sigur Bjarni Poulsen.

Egnar niðurstøður
Taltilfarið, sum er grundarlagið undir greiningini, er rættiliga rúgvusmikið, og ætlanin hjá Rasmussen & Weihe er, at greiningin skal geva lesaranum møguleika fyri at gera sínar egnu niðurstøður.
- Taltilfarið er rúgvusmikið og kann greinast á ymiskar hættir, leggur Bjari dent á.
Í stuttum kann sigast, at stórar broytingar eru farnar fram í tíðini 2001-2005.
- Sum heild, hevur fiskiflotin havt eina stóra afturgongd árini 2001-2004, men henda afturgongd vendi í 2005 aftur til eina framgongd. Tó er samlaða úrslitið í 2005 heili 82,4% lægri enn í 2001, sum annars var eitt sera gott ár hjá fiskiflotanum.
Bjarni vísir á, at afturgongdin hjá fiskiskipaflotanum – og fiskavirkisvinnuni, er høvuðsorsøkin til, at støðuga framgongdin, sum var í føroyska búskapinum árini frammanundan, vendist til eina afturgongd.
- Men nú hevur fiskiskipaflotin aftur framgongd, og hetta sæst eisini aftur í búskapinum, sigur hann.

Positiv gongd
Roknskapargreiningin hjá Rasmussen & Weihe fevnir sum nevnt ikki um árið 2006, sum enn ikki er umliðið.
- Men vit síggja ábendingar um, at árið 2006 verður betur enn 2005 hjá flestu skipabólkum.
Bjarni Poulsen vísir til tøl hjá Føroya Fiskimannafelag, sum siga, at samlaða veiðinøgdin í tíðarskeiðinum januar-september 2006 er økt við umleið 12% samanborið við sama tíðarskeið í 2005.
- Haraftrat kemur, at miðalprísurin er øktur nakað í sama tíðarskeiði.
Hann sigur, at samlaða veiðivirði sambært hagtølunum er økt sløk 32% fyrstu 9 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør.
- Ábendingar um hækkandi fiskaprísir og betri fiskiskap fara uttan iva at føra til, at raksturin hjá fiskivinnuni verður heldur betri í 2006 enn í 2005, sigur Bjarni Poulsen.