Gekkavinnarin: - 20.000 krónur er fínasta slag

Góði høvuðsvinningurin í gekka-spælinum sleppur at standa til næsta fríggjakvøld.

Tað var Margrét Bech í Hoyvík, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld.

 

Hon valdi at deila høvuðsvinningin, sum var á 1,8 miljónir krónur, í teir tríggjar leyparnar.

 

Tá hon byrjaði at snara hjólinum, hevði hon soleiðis 600.000 krónur í hvørjum leypi.

 

Í øllum trimum royndunum í kvøld steðgaði hjólið á 20.000 krónum.

 

Eftir fyrstu royndina helt Margrét Bech fyri, at hon fór at royna einaferð aftrat.

 

- Veitst tú hvat? Vit taka einaferð aftrat, segði hon, tá hjólið varð steðgað aðru ferð á 20.000.

 

Eisini í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld.

 

- Men, tú kanst brúka hetta til okkurt eitt fríggjakvøld, ha? var spurningurin hjá gekka-vertinum, Magnusi Magnussen.

 

- Yes, tað er fínasta slag, segði Margrét Bech, sum takkaði fyri vinningin.