Tað var Johild Poulsen í Hvalba, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Hon segði, at hon plagdi at sita á Hamragarði í Vági og spæla Gekk saman við pápa sínum fríggjakvøld.
Og soleiðis var eisini í kvøld.
Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum var 425.000 krónur, og nú er skipanin í KvF hon, at upphæddin kann ikki deilast longur í teir tríggjar leyparnar. Tískil valdi kvinnan úr Hvalba at koyra alt í reyða leypin.
Í báðum teimum fyrstu royndunum steðgaði hjólið á 12.500 krónum, men Johild Poulsen vildi sjálvsagt sleppa at brúka triðja og seinasta møguleikan eisini, tá minsti vinningur jú er 10.000 krónur.
Í triðju royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum er frægasti vinningurin í krónum upp til høvuðsvinningin. So, kvinnan úr Hvalba fekk besta vinningin, hon kundi fáa, tá tað ikki eydnaðist at fáa høvuðsvinningin.
Og hon var bæði fegin og takksom.
- Hatta er ordiliga gott. Túsund takk fyri, segði Johild Poulsen úr Hvalba, sum hesa var og vitjaði pápa sín á ellisheiminum í Vági.











