Tað vóru Glataðu Spælimenninir, sum settu seinasta punktumið fyri bókadagarnar í Norðurlandahúsinum.
Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær í Klingruna at lurta eftir forkunnugu framførsluni av Gluggamynd, sum eins og Norðurlandahúsið hevur 30 ár á baki í ár.
Í fýra dagar var Norðurlandahúsið fult av orðum í ymiskum skapi, og út við 2000 fólk vitjaðu hesar dagarnar.
Fólk høvdu høvi at hoyra fyrilestrar og upplestur, og her var orðaskifti, sjónleikir og tónleikur, eins og vitjandi høvdu høvi at ogna sær nýggjastu bøkurnar, sum eru komnar á marknaðin.
- Fleiri enn 50 rithøvundar, tíðindafólk, orðstýrarar, sjónleikarar og tónleikarar hava ríkað og rúnarbundið okkum við teirra kynstrum.
Norðurlandahúsið og Rithøvundafelagið, sum tóku stig til og fyriskipaðu dagarnar saman við forløgunum, ynskja at takka fyri allar tær positivu afturmeldingarnar, ið eru komnar frá teim mongu bókamentaáhugaðu sum vitjaðu.
- Hetta gevur luft undir veingirnar og blóð á tonn til at gera bókadagarnar enn betri og meira umfatandi næsta ár, siga fyriskipararnir.











