Tá verður nevniliga skipað fyri nýggjárslegu fyri ungfólk omanfyri 16 ár. Og líkt er til, at henda legan er væl dámd av teimum ungu.
Undan jólum var talið av luttakarum komið upp um 100, men tey seinastu tølini hesa vikuna benda á, at talið av luttakarum fer at liggja omanfyri 200, tá legan byrjar fríggjakvøldið.
Evnið á leguni er nærmissión, og verður hetta evnið lýst við trimum bíbliutímum og samtalu. Á skránni eru onnur tiltøk og sjálvandi eisini nógvur tónleikur.