200 spæla í Sirkus fríggjakvøldið

Ein konsert við 200 er altíð ein hartpumpandi og ógvislig uppliving, ein konsert við 200 í Sirkus, er uppaftur villari.

Ein konsert við 200 er altíð ein hartpumpandi og ógvislig uppliving, ein konsert við 200 í Sirkus, er uppaftur villari.

Sirkus er millum mest aktivu spælistøðini í Havnini, og eisini eitt av mest intinum spælistøðunum. Áskoðarar og bólkur standa klos uppat hvør øðrum. Tí gerast harðar rokkkonsertir í Sirkus nakað heilt serligt, eitt slag av veitslu við bólkin.

Tá 200 spælir kókar altíð í fjøldini, og eingin orsøk er til at halda, at konsertin við 200 fríggjakvøldið verður annarleiðis.

Nú er nakað frálíðið síðan 200 seinast spældu, so talan verður uttan iva um 3 svangar punkarar, ið gleða seg til at levera sín orkufulla tónleik. Konsertin er ókeypis.