200 musikkskúlanæmingar missa undirvísing

Føroya Musikkskúlalærarafelag heitir inniliga á politikararnar um at hækka játtanina til Musikkskúlan. Við játtanini sum er, verða 4,5 lærarastørv spard burtur

YVIRLÝSING

Í yvirlýsing ger Føroya Musikkskúlalærarafelag greitt, at játtaða upphæddin til Musikkskúlan fer at raka umleið 200 næmingar, tí 4,5 lærarastørv skulu sparast burtur. Felagið vil tí hava løgtingið at koma við eini eykajáttan á ólavsøku. Yvirlýsingin er soljóðandi:
»Í sáttmálanum millum Fíggjarmálarráðið og Føroya Musikklærarafelag eru ásettar lønarhækkingar, eins og í øðrum sáttmálum.
Tíverri endurspeglar løgtingsfíggjarlógin fyri 2004 ikki hesar lønarhækkingar og musikkskúlaskipanin er tí noydd at repa seglini.
Føroya Musikklærarafelag vil við hesari yvirlýsing gera vart við, at avleiðingarnar fyri musikkskúlavirksemi kring landið eru sera álvarsamar.
Sambært musikkskúlaleiðaranum verður skúlin noyddur at skera 4,5 fulltíðarstørv burtur. Hetta rakar hópin av næmingum. Umleið 200 næmingar, ið hava fingið tónleikafrálæru í styttri ella longri tíðarskeið, noyðast at fáa tey tungu boð, at tónleikafrálæra teirra er skorin burtur.
Musikklærarar standa spyrjandi. Vit hava veruliga haft ta fatan, at politikkarar vilja hava ein vælvirkandi musikkskúla um alt landið. Her er neyðugt at vísa á, at ein ikki fær ein vælvirkandi skúla við námsfrøðiliga nøktandi frálæru, tá ið skúlin veksur nógv í uppgangstíðum, fyri síðani at tveita alt fyri borð, tá ið strammar at fíggjarliga.
Vit ynskja heldur eina støðuga og ábyrgdarfulla menning av skúlanum, og ein slíkan vøkstur, at skerjingar ikki gerast neyðugar í verri tíðum.
Høvuðstankin við musikkskúlalógini er, at Føroya Musikkskúli skal vera eitt tilboð til alt Føroya fólk.
Um ikki landspolitikkarar og embætisfólk vísa ábyrgd fyri Føroya Musikkskúla, er stórur vandi fyri at høvuðsendamálið við skúlanum dettur fyri bakka.
Sum sagt, hava vit ta fatan at politikkarar úr øllum flokkum, vilja Føroya Musikkskúla væl. Okkara áheitan er tí á Løgtingið um at koma við einari eykajáttan á ólavsøku, so uppsagnir ikki gerast neyðugar, og allir næmingar kunnu halda fram komandi skúlaár.«