200 milliónir kristin verða forfylgd

200 milliónir kristin fólk verða forfygld kring heimin orsaka av teirra trúgv, sigur felagsskapurin Open Doors í nýggjari frágreiðing. Kristiligi felagsskapurin Open Dorrs hevur júst kunngjørt ein lista yvir 50 lond, har kristin fólk verða forfylgd.

Ovast á listanum er Norðurkorea, og hetta er sjeynda árið á rað, at Norðurkorea verður mett sum tað mest fíggindaliga landið mótvegis kristindóminum. Har verður sagt, at kristindómurin er skaðiligur fyri landið, vil Open Doores verða við. Felagsskapurin sigur, at umstøðurnar eru vanlukkuligar í Norðurkorea. 50.000 kristin eru í arbeiðslegum, og dagliga verða kristin fólk bukað, pínd ella dripin orsaka av teirra trúgv.

Av teimum 10 londunum ovast á listanum hjá Open Doors eru sjey muslimsk lond.

- Í Somalia vóru tað fyri fáum árum síðani bara nøkur fá hundrað kristin. Í dag er talið minst 5000. Men tá tey kristnu gerast fleiri, metir muslimski meirilutin tey sum eina størri hóttan, og tí verða tey forfylgd, sigur Stig Magne Heitmann, leiðari fyri norsku deildina hjá Open Doors, við Vårt Land.

Hann sigur, at ein týskur stovnur hevur staðfest, at 75 prosent av teimum, sum verða forfylgd fyri sína trúgv, eru kristin.