Tað var Sunda Róðrarfelag, sum skipaði fyri hesum tiltakinum í Eydnuni á Oyrarbakka, sum ógvuliga passandi hevði fingið heitið “Kvinnukvøld”.
Salurin var stúgvandi fullur av kvinnum, og aftur við góðum mati vórðu tær fyltar við hugskotum um móta, stíl, kropsburð, hár, make-up og øðrum.
Mótaframsýningin var við lokala klædnahandlinum Brá. Lydia Petersen greiddi frá um stíl og litir. Fanny Kruse gav góð og einføld ráð um kropsburð, og Ulla S. Brandii ráðgav kvinnunum um kost.
Hetta riggaði alt stak væl, men áskoðararnir, sum higartil bara høvdu eygleitt tað, sum fyrifórst á pallinum, fingu nú høvi at verða partur av pallmyndini.
Elisabeth Johannesen og Vera Larsen gjørdu hvør í sínum lagið hár og make-up, og til ta uppgávuna skuldu tær brúka tvær kvinnur úr salinum.
Kvøldið endaði við einum sokallaðum make-over, har tvær kvinnur fingu gjørt hár, lagt make-up, fingu nýggj klæðir og tað sum har til hoyrir.Samanumtikið var talan um eitt ómetaliga væleydnað kvøld fyri kvinnurnar í Sundalagnum. Flestar mundu tær fáa okkurt burtur úr tiltakinum, og tað fekk Sunda Róðrarfelag, sum skipaði fyri tiltakinum, uttan iva eisini.









