Um 22.15-tíðina sunnukvøldið løgdu frystitrolararnir, Sjagaklettur og Gullberg, sum P/F Jókin eigur, til bryggju í Hvalba.
Tað var vindur, men hampiliga turt, tá skipini komu til bygdar.
Nógv fólk var á bryggjuni, og eftir at skipini høvdu lagt at, var høvi at fara umborð at síggja skipini. Eingin móttøku var á bryggjuni, men í Roynhøllini eina løtu eftir, at skipini vóru komin.
Vit fara at venda aftur til sjálva móttøkuna seinni í hesi greinini.
Tað eru hvalbingar, sum saman við Tummasi Christophersen í Vestmanna, ið eiga skipini.
Tveir stjórar eru í nýggja felagnum, Mikkjal Hammer og Tummas Christophersen, og teir fara báðir at virka sum reiðarar.
Sjagaklettur er navnið á trolaranum, sum hvalbingar áttu – og Gullberg er gamalt skipanavn í Vestmanna. Bæði skipini eru tó skrásett og soleiðis eisini heimahoyrandi í Hvalba.
200 fólk til móttøku
Í Roynhøllini savnaðust eini 200 fólk um 23-tíðina sunnukvøldið, og tiltakið byrjaði við, at Tvøroyrar Hornorkestur spældi, og høvi var hjá fólki at fáa sær kaffi og køkur.
Tað var borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Otto Vest, sum beyð vælkomin. Hann segði nøkur orð, fegnaðist um hesa spennandi verkætlan, eins og hann ynskti eigarum, skipum og manningum bestu eydnu.
Eftir orðini hjá borgarstjóranum, segði eisini varaborgarstjórin, Niels Olaf Eivindson, nøkur orð, sum vit eisini fara at venda aftur til á hesi opnu.
Niels Olaf er eisini formaður í vega-og havnanevndini hjá Hvalbiar kommunu.
Nú spældi Tvøroyrar Hornorkestur aftur, og síðan segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum eisini er suðuroyingur, nøkur orð.
At enda við móttøkuna í Roynhøllini segði Mikkjal Hammer, reiðari og skipari, eisini nøkur orð.
Klokkan nærkaðist midnátt, tá Tvøroyrar Hornorkestur spældi sínar seinastu hátíðarligu tónar, og síðan endaði almenna móttøkan í Roynhøllini.
Spennandi verkætlan
Otto Vest, borgarstjóri, sigur í samrøðu við Sosialin, at verkætlanin við Sjagakletti og Gullberg sum frystitrolarar er rættiliga spennandi.
- Nú vita vit sjálvandi ikki, hvar fiskurin, sum skipini fara at veiða, verður landaður og seldur. Men, eg haldi, at frystur fiskur kundi verið eitt áhugavert íkast hjá fiskavirkjunum, soleiðis at arbeiði gjørdist meiri støðugt og soleiðis eisini enn meiri attraktivt.
Hann heldur, at verkætlanin við Sjagakletti og Gullbergi sum frystiskip er øðrvísi og rættiliga áhugaverd.
- Sum borgarstjóri fegnist eg eisini um tey arbeiðspláss, sum verða skapt við hesum skipum, og eg havi skilt, at 24 mans tilsamans verða við nýggju frystitrolarunum, sigur Otto Vest.
Tórhallur og John Martin
Tað verða skipararnir á Hamranesi og Breiðanesi, Tórhallur Randrup og John Martin Poulsen, sum fara at føra nýggju skipini, sum eru smíðað í Týsklandi, ávikavist í 1996 og 1997.
Sjagaklettur og Gullberg eru 41 metrar long og 11 metrar breið, og frystiorkan er 30 tons um døgnið.
Skipini fara at partrola.










