Sum ein góður endi á Ljósfestini, vóru uml 200 børn og vaksin samlaði til felagssunnudagskúla í tjaldinum á Ljósfest.
Vit sungu, hoyrdu Beintu og Absalon Áargarð siga søgu og framførdu tey við dukku og búktalan, og endaðu við einum garvillum dukkusangi: “tað lítla ljós eg fekk”, greiða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivi.
Aftaná bleiv borðreitt við grillaðum pylsum, og omaná var kaffi og køkur, candyfloss og popcorn.
Skipað fyri tiltakinum høvdu samkomurnar Bethel, Frelsunarherurin og Meinigeitshúsið, har fólk úr samkomumum høvdu stákast í dagar frammanundan, og á degnum vóru tey í gongd frá morgni til myrkurs. Tiltakið bleiv somuleiðis væl stuðlað av Vágs kommunu, m.a við leigu av telti. Kommunustýrislimir grillaðu, og borgmeistarin stóð fyri tí tekniska.
Um kvøldið varð skipað fyri tjaldmøti, og har var eisini væl av fólki møtt til eina løtu við nógvum sangi, talu og vitnisburði. Alt í alt ein sera góð og løta og eitt ríkt upplivilsi bæði fyri stór og smá, og ein sera góður endi á “Ljósfestin”, verður sagt í tíðindaskrivi.
##med2##
##med3##