200 blóðroyndir um dagin

Marita Arge hevur starvast á laboratoriinum á Landssjúkrahúsinum í 46 ár. 31. januar fer Marita frá sum leiðari á laboratoriinum vegna pensjónsaldur, meðan Ivy Hansen verður sett sum nýggjur leiðari

Leiðaraskifti

? Ta tíðina eg havi starvast á laboratoriinum hava ótrúliga nógvar broytingar verið, sigur Marita Arge, sum um átta dagar fer frá sum leiðari á laboratoriinum. ? Í fyrstani var alt arbeiðið gjørt manuelt, meðan vit í dag er alt automatiserað. Tá eg kom her 1. januar 1956 høvdu vit eitt lítið høli, sum var umleið 10 fermetrar. Nú hava vit meira pláss, men umstøðurnar eru framvegis ikki góðar, tí vit hava alt ov lítið pláss til øll tólini. Eisini eru laboratoriini spjadd yvir fýra ymisk støð, umframt hæddina, sum vit hava fingið.
Ivy Hansen hevur starvas á laboratoriinum í 30 ár. Hon tekur við, sum leiðari, tá Marita nú fer frá.
? Ein leiðari hevur ábyrgdina av, at alt gongur rætt fyri seg, og at alt arbeiðið verður gjørt sum tað skal. Leiðarin er suverenur leiðari fyri laboratoriið, og hevur hann eisini ábyrgdina av starvsfólki og rakstri, greiða Marita og Ivy frá.
Men hvat hevur eitt leiðaraskifti at siga fyri arbeiðið á laboratoriinum?
? Tað fyrsta eg fari at gera er at seta meg inn í arbeiðið, og síggja, hvat arbeiðið gongur út uppá, sigur Ivy Hansen. ? Síðani fáa vit at síggja, hvussu verður. Helst verða onkrar broytingar so við og við, tí annars hevði tað ikki verið rætt.

Øðrvísi

Laboratoriið á Landssjúkrahúsinum er øðrvísi enn tey flestu í danska kongaríkinum. Her eru øll spesialini samlað á einum stað, meðan í Danmark er eitt spesiali í einari amt. Tær báðar siga, at um dagin taka tær millum 150 og 200 blóðroyndir um dagin, umframt tær blóðroyndirnar, ið verða sendar teimum frá sjúkrahúsunum í Klaksvík og Suðuroy.
Nú Marita Arge fer úr starvinum sigur hon, at nú fer hon at hava betur tíð til hondarbeiði. Eisini plagar Marita at ganga við felagnum Tórshavn, og tað ætlar hon ikki at leggja á hyllina sjálvt um hon skal pensjonerast.
Marita Arge og Ivy Hansen eru báðar útbúnar sum bioanalytikarar í Danmark. Sosialurin ynskir teimum báðum góða eydnu í framtíðini.