200 álop í Gaza mánadagin

- Ein tunnilsgongd í einari mosku varð eisini funnin, sigur ísraelski herurin í dag.

Ísraelski herurin (IDF) sigur, at flogfør hjá teimum framdu 200 álop á mál í Gazageiranum í gjár.

 

- Millum málini vóru limir í yvirgangsfelagsskapum, vápnagoymslur, útskjótingarrampur og kommandostøðir, sigur IDF.

 

Ísraelski herurin sigur, at ein tunnilsgongd í einari mosku eisini varð funnin, og lopið varð á eina hernaðarlegu hjá Hamas.

 

Óheftar keldur hava ikki váttað tíðindini, sum ísraelski herurin ber í morgun, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.