200.000 pund til Kósina

Í morgin letur Kósin upp, og tá kemur eisini fyrsta rávøran til virkið. Tað eru Safir og Smaragd, sum í morgin landa um 200.000 pund til Kósina Kósin hevur ligið still í umleið eitt ár, men í morgin kemur fyrsti fiskurin síðan 12. novembur 2008 inn á virkið.

? Safir og Smaragd landa umleið 200.000 pund í morgin, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari.

Tað vóru Safir, Smaragd, Navarin, Borgarin, Fjalshamar og Nónhamar, sum fóru undir hamaran 12. novembur í fjør, sum høvdu við sær, at virksemið hjá Kósini steðgaði, eftir at hava koyrt tungt í langa tíð.

Seinni keyptu Hvalbingar Navaran og Borgaran, meðan P/F Christian í Grótinum keypti Safir, Smaragd, Fjalshamar og Nónhamar í februarmánaði.

Safir og Smaragd landa altso til Kósina í morgin, meðan Fjalshamar og Nónhamar liggja, tí skipini hava ongar fiskidagar í løtuni.