Hetta er gjørligt nú Klaksvíkar kommuna hevur samtykt eitt uppskot um ein vinnuligan útbúgvingargrunn, - eitt uppskot sum býráðslimirnir Jógvan Skorheim og Atli S. Justinussen løgdu fram.
Í grunninum eru 200.000 krónur, sum ein nevnd nú skal veljast at umsita.
- 200.000 krónur ljóðar kanska ikki av nógvum. Men tá ein hugsar um at Keypmannahavnar kommuna einans hevur sett 700.000 krónur í teirra vinnuliga útbúgvingargrunn, so er hetta eitt stórt tal.
- Hetta fer heilt vist at gera mun, sigur Jógvan Skorheim við Rás2.
Hann fegnast somuleiðis um at uppskotið fekk so positiva viðgerð í øllum deildum í umsitingini.