20-ára gamal landsliðsvenjari

Nýggjur føroyskur landsliðsvenjari í borðtennis er settur, og hesin er bert 20 ára gamal, og kemur úr Noregi og eitur Ole-Christian Stenshorne. Venjarin er kendur í norskum borðtennis, og kemur at búgva á Tvøroyri

Tað var fyrr í ár, at spælarin frá Eiker Bordtennisklubb sá eina lýsing á einari danskari bordtennisheimasíðu.

- Har søktu teir eftir einum landsliðsvenjara í Føroyum, og tað sá spennandi út, sigurr Ole-Christian Stenshorne. Eftir nakrar rundur via mail og telefon var arbeiðið hansara.

- I Føroyum eru tað seks bordtennisfeløg, og tann størsti hevur millum 50 og 60 limir. Eg skal búgva á Tvøroyri, heldur Ole Christian fram.


10 000 krónur um mánaðin

Hann er væl nøgdur við avtaluna við føroyska borðtennis sambandið (BTSF), sum sikrar honum frítt búpláss, streym og internet. Harafturat fær hann gott og væl 10.000 krónur um mánaðin.

- Hetta arbeiðið kom sum býlagt. Eg eri júst liðugur við hernaðartænastu mína og stóð uttan nakað arbeiði, sigur Stenshorne, ið fær sítt kærasta ítriv til arbeiði.

- Málið eigur ikki at gerast nøkur forðing heldur, tí tit skilja danskt og tað líkist nógv norskum.


Fantastisk náttúra

Ole Christian, sum hevur tvey fimtapláss frá Norgesmestaraheitinum sum sínar bestu plaseringar, gleðir seg til at smakka tvøst og seyð og nógv borðtennis.

- Føroyar eru jú ikki kendar fyri sítt hektiska náttalív, so tað blívur nokk góð tíð til at koma at kenna teirru fantastisku náttúruna í staðin, sigur feskasti landsliðsvenjarin at enda.