FBI hevur eftir øllum at døma eyðmerkt ein 20 ára gamlan mann úr statinum Pennsylvania sum tann, sum er undir illgruna fyri, at hann hevur staðið fyri skottilburðinum á valfundinum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, í býnum Butler í sama stati í gjár.
Tað hava keldur upplýst einum journalisti frá miðlinum CNN, skrivar journalisturin hjá X sambært tíðindastovuni Reuters.
Myndugleikarnir hava enn ikki váttað, hvør gerningsmaðurin er.
Á einum tíðindafundi um midnáttarleitið amerikanska tíð upplýsir eitt umboð fyri FBI, at Trump var fyri morðroynd undir valfundinum.
##med2##
- Hetta kvøldið høvdu vit tað, sum vit kalla eina drápsroynd móti fyrrverandi forseta okkara, Donald Trump. Talan er um enn eitt virkið brotsstað, sigur Kevin Rojek, serligur agentur, sum hevur ábyrgdina av skrivstovuni hjá FBI í býnum Pittsburgh, á tíðindafundinum sambært CNN.
Tíðindafundurin er í Butler.
FBI arbeiðir í løtuni við at fáa greiðu á samleikanum hjá gerningsmanninum við millum annað DNA-tilfari, kom víðari fram á tíðindafundinum.
##med3##
Enn er FBI ikki til reiðar at eyðmerkja mistonkta gerningsmannin alment, sigur Rojek.
Sambært Rojek er motivið fyri morðroyndini ikki kent enn.
Trump varð raktur av skotum frá byrsumanninum, sum drap ein áskoðara og særdi tveir aðrir álvarsliga. Tey trý fólkini eru øll menn.
FBI hevur ikki almannakunngjørt navnið á mistonkta skjúttanum, sum varð dripin av myndugleikunum eftir skottilburðin.
Eitt umboð fyri statin upplýsir á tíðindafundinum, at vandin er av.
Harumframt sigur eitt umboð fyri løgregluna á staðnum, at embætisfólk svaraðu fleiri illgrunaverdum virksemi.
Á tíðindafundinum verður sagt, at tað nú er fremst hjá myndugleikunum at fáa greiðu á motivinum fyri skottilburðinum, umframt um gerningsmaðurin handlaði einsamallur ella í samstarvi við onnur.
##med4##
Eingin løgreglumaður er raktur av skottilburð, verður sagt víðari á tíðindafundinum.
Kanningin heldur fram næstu mánaðirnar og vikurnar, siga myndugleikarnir.
/ritzau/














