2. umfar í Grand Prix renningini verður á Sundalagsstevnuni í Hósvík í morgin. Kappróðrarbátar skulu inn á økið, og tá skal renningin helst verða liðug. Tí verður byrjað stundisliga kl. 11.00 Barnarenningin byrjar kl. 11.45 og heiðursmerkjahandan verður kl. 12.30. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.renn.fo, hetta eigur at verða gjørt áðrenn kl. 22 í kvøld. Tilmelding fer eisini fram á staðnum í Hósvík í morgin. Goldið verður tá startnummarið verður avheintað. Kostnaðurin er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn. Tað eru Bragdið og fólk í Sundalagnum, sum skipa fyri rennikappingini.