2. jóladag gjørdi løgreglan nakrar kanningar, har teir steðgaðu bilum og prátaðu við førararnar.
Fleiri bilar vóru tilvildaarliga steðgaðir, og tað vísti seg, at tveir av førarunum vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
Annar varð tikin á Kaldbaksvegnum kl. 04., og hin í Havnini kl. 05. Báðir verða ákærdir fyri rúsdrekkakoyring.