2. mai verður lutakastið til Nations League hjá kvinnum

Føroyska kvinnulandsliðið verður í deild C í Nations League kappingini

2. mai verður ein spennandi dagur hjá okkara kvinnulandsliðið í fótbólti.

 

Tá verður lutakast til fyrstu Nations League kappingini fyri kvinnulandslið.

 

Ein kapping sum fer at geva kvinnulandsliðnum kappingarførar dystir móti javnlíkum.

 

Føroyar fara at kappast í deild C í Nations League.

 

Deild A og deild B verða skipaðar við fýra bólkum við fýra liðum.

 

Deild C verður skipað við fýra bólkum við fýra liðum og einum bólki við trimum liðum. Helst er ein bólkur við fýra liðum at fyritrekkja framum at enda í bólkinum við bert trimum liðum.