2,65 ferðir fleiri bilar í Vágatunlinum

Í dag koyra 2,65 ferðir so nógvir bilar gjøgnum Vágatunnilin, sum tað gjørdu fyri 16 árum síðani

Síðani Vágatunnilin læt upp í desember 2002, er ferðslan økt nógv.

Í 2003, sum var fyrsta heila árið, at ferðsla var í tunlinum, var talið av akførum 359.440, ella færri enn 1.000 akfør um dagin.

Men í 2019 koyrdu 952.300 bilar gjøgnum Vágatunnilin, sum svarar til 2.609 akfør um dagin.

Ferðslan í 2019 var sostatt 2,65 ferðir størri enn í 2003.


##med2##