UNDIRSKRIFTIR
Álvur Kirke handaði hósmorgunin landsstýrismanninum í lógarmálum, Høgna Hoydal, tær 2.568 undirskriftirnar, hann hevur savnað saman kring landið.
Endamálið við innsavningini var at mótmæla lógaruppskotið um skrásett parlag, sum landsstýrismaðurin hevur í hyggju at leggja fyri tingið í sambandi við yvirtøkuna av persóns-, familju- og arvarætti.
Álvur Kirke tók stigið til innsavningina av sínum eintingum. Hann nevnir í yvirlýsing í sambandi við innsavningina millum annað, at samfelagið í Føroyum hevur og skal byggja á kristna siðalæru, og eftir hansara tykki var hendan humanistiska bylgjan, sum ein stórur partur av føroya fólki sigur seg taka undir við, av reinum heidnu slag.
Upprunaliga var ætlanin, at undirskriftirnar skuldu latast Løgtingið, men løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, helt, at tað hóskaði seg betur at lata landsstýrismanninum við málsøkinum undirskriftirnar.
Høgni Hoydal segði seg fara at lesa tilfarið frá Álvi Kirke og lata Løgtinginum eitt avrit.
Lítið at siga
Lagið var gott á monnum í Tinganesi hósmorgunin, og tað vórðu eingin illfýsin orð søgd millum Høgna Hoydal og Àlv Kirke. Báðir vístir teir á, at ein rættur í einum demokratiskum samfelagi er at geva til kennar sína hugsanir.
Hvørki Høgni ella Álvur fara at broyta støðu eftir hetta átakið.
?Ætlanirnar hjá mær eru framvegis óbroyttar. Eg ætli fyrst og fremst at fáa málið niðan í tingið til eitt aðalorðaskifti, sigur Høgni Hoydal.
Àlvur Kirke segði seg rokna við móttøkuna frá landsstýrismanninum, sum hevur verið millum heitastu talsmenn fyri at loyva skrásettum parlagi grundað á sjónarmiðið um persónligt frælsi og ikki at gera mismunn á fólki.
?Eg hevði roknað við hesari móttøkuni. Hetta kann í øllum førum styrkja politikarar við somu fatan sum eg, at tað eru nógv, ið hava sama sjónarmið, sigur Álvur Kirke.
Hann letur sum heild væl at innsavningini. Kortini kundu tað gott verið fleiri undirskriftir, heldur hann fyri.
Pappírini, har fólk hava havt møguleikan at skriva undir, hava ligið ymsastaðni runt í landinum. Eitt nú á bensinsølum, í samkomum og við at senda ein seðil, ið hevur staðið í bløðunum.
Àlvur Kirke sigur, at størsti parturin av undirskriftunum er komin frá samkomum.
Ein innsavning av hesum slag er í roynd og veru ein úttrykkjan av sjónarmiðum. Tað konkreta virðið er ivasamt. Harumframt kann innsavnarin ikki siga, at hann hevur eftirkannað hvørt einstakt navn, og tí skal talið takast við einum ávísum fyrivarni.