2.250 krónur fyri hvørja bússu

Reyði Krossur fekk góða undirtøku. - Undirtøkan var stak góð, tá fólk frá Reyða Krossi í dag gingu hús úr húsi og savnaði pening til reyðakross, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroya

- Í flestu førum hava bankarnir valt at goyma bússurnar at telja til mánadagin, tí hava vit bert hetta fyribilsúrslitið, sigur Suni Vinther.

Eik og Føroya banki i Tórshavn hava talt tað, sum var í bússunum, tey fingu inn áðrenn kl. 16:00 og gav tað kr. 215.925,00 . Hetta er so um kr 2.250,00 fyri hvørja bússu. Eitt frálíkt úrslit higartil. Tað eru so um 300 bússur eftir at telja.

- Øll ? tey ið savnaðu inn, tey ið givið hava, starvsfólk i peningastovnunum og ikki minst tey, ið hava skipað fyri ? eiga stóra tøkk uppiborna, heilsar Suni Vinther.