2.000 færri skulu arbeiða hjá Nordea

Norðurlendski bankin Nordea kunnger í dag, at 2.000 av hansara starvsfólkum fara úr starvi í ár og í 2012. Talan er um millum 500 og 650 í Danmark, Svøríki og Finnlandi og millum 200 og 300 í Noregi.

Leiðslan í Nordea sigur, at samráðingar eru við fakfeløgini hjá starvsfólkinum. Málið er at minka starvsfólkatalið við vanligari frágongd og sjálvbodnum avtalum fyri at sleppa undan ov nógvum uppsagnum.

Umleið 34.000 fólk arbeiða í Nordea.

Fíggjarligt Støðufesti kunngjørdi í dag, at 60 fólk missa arbeiðið í tí, sum er eftir av Amagerbankanum.