Klokkan sjey í morgin árini fara einir 1900 pedagogar kring alt landið í verkfall.
Tað boðar Pedagogfelagið frá beint nú.
Maud Vang Hansen, forkvinna í felagnum, sigur, at tey hava tikið støðu til semingsuppskotið í sambandi við sáttmálatrætuna við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag og niðurstøðan er, at tey vilja ikki góðtaka tað.
Samstundis hava tey um vikuskiftið ikki fingið nakrar sømdir sum gera, at støðan broyttist.
Hetta merkir, at frá klokkan sjey í morginárini eru allir barnagarðar, allar vøggustovur, allir frítíðarskúlar og ungdómshús, o.s.fr., stongd.
Stuðlar í skúlaverkinum verða heldur ikki til arbeiðis, eins og verkstøð, sambýli og bústovnar verða eisini rakt
Einir 2000 limur eru í Pedagogfelagnum, men einir 100 eru tænastumenn og teir verða til arbeiðis, so bústovnar verða ikki stongdir, men teir verða skerdir.
Forkvinnan sigur, at felagið kundi ikki góðtaka, at flatskatturin varð tvinnaður upp á samráðingarnar við teirri avleiðis, at tey at kalla onga lønarhækking skuldi fáa.
Tey fingu heldur ongi serkrøv ígjøgnum, eitt nú, at ein skipan skuldi gerast við fyrireiking.
Tey vildu heldur ikki góðtaka, at hereftir skulu feløgini ikki hava avrit av hoyringssvarum.
- Tað merkir, at ætlanin er, at arbeiðsgevarar skulu kunna siga fólki upp, uttan at feløgini vita av tí og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Maud Vang Hansen