19 nýggir makeup-artistar

Tilsamans 19 luttakarar hava í vár luttikið á Makeup Artist útbúgvingini, sum Skeiðsdepilin hevur skipað fyri.

Tilsamans 19 luttakarar hava í vár luttikið á Makeup Artist útbúgvingini, sum Skeiðsdepilin hevur skipað fyri. Útbúgvingin, sum var hildin á Tekniska Skúla í Havn, byrjaði fyrst í februar í ár og endaði leygardagin 20. juni 2015.

 

Skeiðsdepilin skipar fyri eftir- og víðariútbúgving fyri Føroya Handilsskúla  og Tekniska Skúla í Havn.

 

Undirvísararnir á Makeup Artist útbúgvingini hava verið Unn Zachariassen og Laila Carlsen, umframt Mirjam Reinert Olsen,  Barbara Chaparro, Julia Jacobsen og Shaila Dam Jacobsen, sum hava verið gestaundirvísarar. Samskipari er Randi Røsvik.

 

Allir luttakararnir hava verið bæði til skrivliga og munnliga próvtøku, og leygardagin 20. juni fingu allar handað prógv sum Makeup Artist á Skúlaheiminum.

 

Aftast frá vinstru: Unn Zachariassen, Jonna Poulsen, Sólvá Atladóttir Poulsen, Jóhanna Dahl Jansdóttir, Durita Joensen, Halda Johannesen, Beinta Djurhuus og Alma Eivindsdóttir.

Í miðjuni frá vinstru: Elspa Mørkøre, Noomi Jacobsen, Diana Lamhauge Hansen, Birgit Jonna Beder Nielsen, Tórunn Weihe Steingrund, Rachel Eysturtún, Laila Carlsen.

Fremst frá vinstru: Heidi Sleire, Marjun Olsen, Janita Honnudóttir, Barbara Jónsdottir og Majbritt Bisp. Eydna í Billustovu vantar á myndini.