Skjølini eru ikki nýggj, men stava frá 1991. Í mars tað árið gjørdu kurdarnir har norðuri í Irak uppreistur. Tað eydnaðist teimum at hertaka nógvar almennar skrivstovur, og áðrenn irakski herurin rak teir aftur haðani, tóku kurdarnir øll almenn skjøl, sum teir komu framá.
Nakað seinni sendi Human Rights Watch tvey umboð til Norðurirak at leita eftir møguligum hópgravum, og tá gjørdu kurdarnir av at lata teimum tey nógvu skjølini, sum síðani vórðu latin amerikonsku herleiðsluni við Persaflógvan.
Í 1992 og 1993 vórðu tey 18 tonsini av skjølum flutt við skipi til USA, og síðani hava tey ligið á einari goymslu hjá Human Rights Watch í New York.
Kanningar seinni hava víst, at har eru skjøl hjá iraksku trygdartænastuni, fregnartænastuni og loyniligu løgregluni. Eisini eru nógv skjøl hjá norðuriraksku deildini hjá Baath-flokkinum.
Sambært Human Rights Watch hevði hendan deildin ábyrgdina av álopinum á kurdarnar í áttatiárunum, tá stýrið hjá Saddam Hussein beindi fyri meiri enn 200.000 kurdum við eiturgassi.
Sambært mannarættindafelagsskapinum vóru teir iraksku embætismenninir sera nærlagdir, og næstan hvør smálutur varð festur á blað. Tað kann nú koma Saddam Hussein aftur um brekku, tá hann einaferð kemur fyri rættin, skrivar Reuters.