18 tímar úr Bergen til Rotterdam

Green Ship Design ætlar at byggja katamaranbátar, sum kunnu sigla við feskum laksi millum Bergen og Rotterdam eftir 18 tímum.

 

 

Hesin risastóri katamaranbáturin, sum verður 90 metrar langur og 32 metrar breiður, er teknaður hjá Green Ship Design í Sunnhordland í Noregi. Men, hetta er við loyvi frá katamaranfyritøkuni, Wave Propulsion.

Kostnaðurin liggur um 41 miljónir dollarar ella stívliga 250 miljónir krónur.

Sambært ætlanini fer katamaranurin at hava pláss fyri 55 trailaravognum við umleið 1.100 tonsum av laksi. Green Ship Design droymir um at byggja tveir slíkar bátar, sum kunnu sigla við feskum laksi millum Bergen og Rotterdam eftir bert 18 tímum.

Finansavisen skrivar, at Green Ship Design hugsar um at byggja skrokkarnar í Póllandi og síðan gera bátarnar lidnar og sigliklárar í Noregi. Málið við bátunum er at sleppa undan at flúgva ella koyra feska laksin á marknaðin í Rotterdam.

iLaks skrivar, at Green Ship Design hevur fingið loyvi frá katamaranfyritøkuni, Wave Propulsion, at byggja bátin. Talan er um loyvi fyri hvønn "tekningspakka", sum tað verður rópt - av skrokki frá høvuðsdekki og niður í kjølin. 

Hugsanin við katamaranunum er, sum áður nevnt, at flyta feskan laks úr Noregi og niður til Rotterdam eftir einans 18 tímum og síðan føra upp aftur til Noregs eitt nú tulipanir, grønmeti og ymiskar feskar vørur.

##med2##