18 ára gamal innskiftari tryggjaði KÍ eitt stig

NSÍ var um reppið at strúka avstað við øllum stigunum í Klaksvík. Ungur innskiftari bjargaði KÍ.

6. umfar í Betrideildini hjá monnum verður spælt seinnapartin í dag, og nú eru fýra av fimm dystum lidnir.

Í Klaksvík stevndi NSÍ eina góða løtu ímóti at fara avstað við øllum trimum stigunum eftir leiðslumálið frá Peturi Knudsen, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt, tryggjaði 18 ára gamli innskiftarin, Jonn Johannesen, KÍ eitt stig tá ið hann javnaði til endaliga úrslitið, 1-1.

Heima í Fuglafirði megnaði ÍF annan dystin á rað at skaffa sær trý stig. Hesaferð gjørdist tað til ein 4-2-sigur á AB, og tað var Jan Ó. Ellingsgaard, sum vísti vegin við einum hattrikki.

EB/Streymur tvífaldaði stigakontuna, tá ið teir heima við Margáir vunnu ein tepran 1-0-sigur á Skála, sum framvegis hevur fyrsta sigurin til góðar. EB/Streymur er nú farið frá trimum upp á seks stig.

Seinasti dysturin í sætta umfari byrjar nú kl.17.00. Hann er í Gøtu ímillum Víking og B36. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum (lurta HER), og tilber eisini at fylgja við beinleiðis tekstafrásøgn HER.

 

KÍ - NSÍ 1-1 (0-0)

0-1: Petur Knudsen, 73.

1-1: Jonn Johannesen, 93.


ÍF - AB 4-2 (2-2)

1-0: Jan Ó. Ellingsgaard, 23. (br.)

1-1: Bartal S. Petersen, 26.

2-1: Ari Ó. Ellingsgaard, 29.

2-2: Tóki á Lofti, 32.

3-2: Jan Ó. Ellingsgaard, 63.

4-2: Jan Ó. Ellingsgaard, 85.


EB/Streymur - Skála 1-0 (1-0)

1-0:Tóki H. Johannesen, 12.


TB - HB 0-1 (0-1)

0-1: Dan í Soylu, 12.

P { margin-bottom: 0.21cm }