18 partrolarar fiska makrel

Hóast trolararnir í bólki II eru nógvir í tali á makrelleiðini, hava teir ikki fiskað meiri enn eini 10 prosent av felagskvotuni enn.

Á Vørn verður sagt, at til og við í gjár høvdu trolararnir í bólki II fiskað tilsamans 2.070 tons, sum øll eru flutt til lands. 18 partrolarar hava tikið lut í fiskiskapinum.

 

Felags makrelkvotan hjá trolarunum í bólki II er 22.500 tons.

 

Tey føroysku makrelskipini royna í størstan mun á einari leið millum 63 30 og 64 00 norður og millum 09 00 og 10 00 vestur. Hetta er vestur ímóti íslendska markinum.