Ætlanin er at byggja níggju bygningar við tveimum íbúðum í hvørjum á Hvítanesi. Um loyvi skal gevast, er neyðugt at broyta byggisamtyktina.
Søkt er um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av planeraða økinum, ið liggur niðanfyri vegin, tá koyrt verður oman á Hvítanes, har eitt lítið landbúnaðarøki verður broytt til bústaðarøki.
– Mett verður, at broytingin, søkt verður um, er lítil og hevur lítla ella onga ávirkan annars á økið, sigur Tórshavnar kommuna.
Staðbundna nevndin á Hvítanesi viðmælir eisini broyting av byggisamtyktini, treytað av nøkrum broytingum í sambandi við vendi- og parkeringspláss.
Byggi- og býarskipanarnevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum, sum varð samtykt á býráðsfundinum fyrrakvøldið.
##med2##












