18-0: Einki ítróttarligt virði

ÍtróttarSosialurin: Løgmanssteypið, tippiligan og og umstrítt time-out

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa alt um 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið. Øll liðini úr lægru deildunum eru úti av kappingini um Løgmanssteypið.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Dysturin hesa vikuna er 07 Vestur – NSÍ, har runavíkingar settu alt upp á pláss í fyrra hálvleiki. Spælarametingar í blaðnum í dag.

 

Framherjin hjá HB, Daniel ”Elly” Pedersen, sum skoraði ikki færri enn sjey mál móti MB í 18-0 sigrinum, sigur millum annað í samrøðu, at føroyskur fótbóltur er sum botnurin í 1.deild í Danmark. Les eisini um Ndende Adama Guéye, sum í fyrsta umfari í landskappingini, spældi uttan uppihalds- og arbeiðsloyvi.

 

Les eisini alt um norskan fótbólt. Fyrsta umfar í Tippuliguni var um vikuskiftið. Í blaðnum kanst tú lesa alt um norsku kappingina og føroysku fótbóltssøguna í Noreg. Eisini er samrøða við Gilla Rólantsson Sørensen, sum sigur, at hann skal verða meiri ”ego” í morgin.

 

Les eisini um umstrídda løtuna, tá VÍF tók Time-out móti dystarenda í Kollafirði, hóast teir vóru á odda og dysturin avgjørdur. Ingi Olsen, venjari hjá VÍF sigur, at hann ikki tók tað fyri at niðra KÍF.

 

Les eisini spísku klummuna hjá Hilmari Jan Hansen, sum snýr seg um oyggjaleikirnar. Umframt tað er quzzin eisini í blaðnum og ummælið av dokumentari, sum er á Netflix.