Fyrsta kvøldið var tað Høgni Johannesen, ið undirvísti, men annars verða tað fleiri ymiskir lærarar. Umframt tey, sum savnast í Havn og í Eysturoy, eru eisini nakrir føroyingar uttanlands og sjómenn, ið eru við, og tey hava fingið ljóðfílar og annað tilfar sendandi, skrivar Trúboðin.
Evnini á skúlanum fevna millum annað um: Heimsmyndir. Er Bíblian álítandi? Er Gud til? Gud og líðing. Trúgv og vísind. Postmodernisma. Ateisma. Hvussu søguligur er Jesus? Kristindómur og aðrar religiónir.
Ætlanin er, at undirvísingin skiftir millum kirkjur og samkomubygningar í ávíkavist Havnini og í Eysturoynni. Næstu ferð, tey koma saman, er síðst í apríl. Arbeitt verður eisini við at byrja skúlan í Klaksvík, men tað verður neyvan fyrr enn í heyst.