17 ára gamla gentan, sum varð handtikin og ákærd fyri at stuðla og fyrireika yvirgang í Kundby nær Keypmannahavn, er í dag funnin sek í ákærunum.
Málið byrjaði 13. januar í fjør, tá løgreglan gjørdi eina húsarannsókn í einum sethúsum í Kundby. Har fann løgreglan spreingievni, og út á kvøldið varð tann tá 15-ára gamla gentan handtikin. Tað var mamma gentunna, sum boðaði frá, at hon hevði funnið okkurt illgrunavert í kjallaranum.
Dagin eftir varð gentan varðhaldsfongslað, skuldsett fyri at hava spreingievni og fyri at fyrireika álop móti tveimum skúlum. Talan er um ein skúla, sum gentan sjálv gekk í, og so jødiska skúlan í Keypmannahavn.
Annan dagin eftir, 15. januar, meldar ein 24 ára gamal maður seg til løgregluna. Hann hevur áður verið í Sýria, har hann hevur lært seg at nýta vápn. Hann verður eisini varðhaldsfongslaður í málinum.
10. februar í ár verða skuldsetingarnar móti manninum sleptar og hann verður leyslatin úr varðhaldinum. Samstundis verður ákæra reist móti gentuni, sum enn er varðhaldsfongslað.
17. februar verður ákæruskrivið móti gentuni almannakunngjørt. Ákæruvaldið vil vera við, at gentan einans hevur bíðað eftir boðum um at loypa á skúlarnar. Samstundis verður hon ákærd fyri grovan harðskap, fyri at við vápni at hava lopið á ein mann, sum arbeiddi á stovninum, har hon var varðhaldsfongslað. Vápnið var eitt glasbrot frá einum brotnum spegli.
Í morgun fall so dómur í málinum og sambært dómaranum er hon sek í báðum ákærunum, at fyrireika yvirgangsálop og fyri álopið á mannin, sum arbeiddi á stovninum.
Restina av degnum skal rætturin so viðgera hvørja revsing, unga gentan skal hava. Ákæruvaldið krevur, at gentan verður dømd í varðhald í óásetta tíð. Hetta kann einans krevjast, um viðkomandi er ákærdur fyri serliga álvarsom lógarbrot og tí at mett verður, at viðkomandi er til vanda fyri sínar umstøður.
Stutt undan varðhaldsfongslini hevði gentan vent við til islam. Í morgun greiddi hon frá, at hesa tíðina, hon hevur sitið í fongsli, er hon vorðin styrkt í síni trúgv á Allah.
Í grundgeving sínari í dag greiddi dómarin frá øllum tí, sum var funnið heima hjá gentuni.
- Í tíðini frá 4. novembur 2015 til hon varð handtikin 13. januar 2016, leitaði ákærda fleiri ferðir á netinum eftir kunning um, hvussu ein ger eina bumbu og hvussu ein gerst pínslarváttur. Á telduni og telefonini vóru eisini fleiri myndir av fólkum, sum vóru blivin hálshøgd. Umframt hetta hevði hon fleiri ferðir leitað eftir kunning um jødiska skúlan í Roskilde, Keypmannahavn, eins og at hon hevði kannað, hvussu hon slapp til jødiska skúlan, segði dómarin sambært donskum miðlum.
- Tað er tí prógvað, at ákærda hevur roynt at gera eina bumbu. Dentur verður lagdur á hennara egnu frágreiðingar og innkeyp, umframt hennara samrøður við fyrrverandi lærara sín. Tað er eisini prógvað, at bumbuálopið ikki bleiv framt, tí hon ongantíð fekk boð um tað. Ætlanir at spreingja hesar báðar skúlarnar er uttan iva at meta sum ætlanir um at fremja yvirgang, segði dómarin.