17 ára fongsul fyri yvirgangsætlan

Ein amerikanskur dómstólur dømdi í gjár tann 27 ára gamla Rezwan Ferdaus 17 ára fongsul fyri at hava havt ætlanir um eina yvirgangsatsókn at amerikanska verjumálaráðnum. Ferdaus bleiv funnin sekur longu í summar, men revsingin varð ikki ásett fyrr enn í gjár.

Sambært ákæruvaldinum ætlaði Rezwan Ferdaus at senda eitt lítið flogfar við spreingievnum inn í verjumálaráðið Pentagon. Ákæruvaldið hevði eisini próvtilfar, sum vísti, at maðurin hevði ætlað at koyra spreingievni í fartelefonir hjá amerikonskum hermonnum í Irak og Afghanistan.

Í rættinum viðgekk Rezwan Ferdaus seg sekan, og tað gjørdi, at hann fekk munandi linari revsing, enn hann annars hevði fingið. Ákæruvaldið kravdi upprunaliga 35 ára fongsul, men tá revsingin bleiv kunngjørd í gjár, fekk hann 17 ár aftan fyri rimarnar.

Rezwan Ferdaus er amerikanskur ríkisborgari.