Sea Shepherd skal nú rinda 17 milliónir krónur í bót til japanskar hvalaveiðimenn, skrivar enska blaðið The Guardian.
Víðgongdi felagsskapurin felagsskapurin hevur eftir øllum at døma lagt seg upp í eina hvalaveiðu, hóast ein amerikanskur dómstólur hevði bannað teimum yvirhøvur at hava nakað við sjófør at gera í antaraktiska økinum.
Avleiðingarnar av, at Sea Shepherd ikki aktaði boðini, er, at tey hava eina milliónabót fyri framan. Mikudagin var greitt, at felagsskapurin tók undir við bótini og skal nú rinda 17 milliónir krónur í bót.
Ítøkiliga eru tey stevnd fyri vanvirðing av borgarunum, og bótapeningurin fer til tveir av størstu granskingarstovnunum innan hvalaveiðu í Japan.
Herda lóggávan móti Sea Shepherd, áleggur teimum at halda eina 457 metra frástøðu frá skipum í antarktiska økinum.
Tað er ólógligt at veiða hval í hesum sjóøkinum, men japanar hava hildið fast við, at teir einans veiða hval til vísindalig endamál, hóast hvalur oftani er at síggja á japanskum matstovum.