Síðsta vikuskiftið í mars var landsinnsavnan hjá stuðulsgrunninum hjá hjálparfelagsskapinum KRIS, sum virkar fyri persónar, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og fyri avvarandi teirra. Tá fóru sjálvbodnir bússuberarar frá hurð til hurð í bygd og bý, og tað bleiv til nakrar krónur tilsamans frá hjartagóðu føroyingunum. Sambært KRIS gav ársins landsinnsavnan 165.253 krónur.
Tað hevði stóran týdning fyri KRIS, at so nógv fólk hjálptu til við at savna pening inn. Aftaná innsavningina ljóðaði takkarskrivið frá KRIS millum annað soleiðis:
- Hjarta skal til alt arbeiði. Um ein ikki hevur hjartað við, er líkamikið. Út frá einum hjarta kanst tú útinna so nógv, ja nógv meira enn ein sjálvur ánar. At vera hjartagóður er akkurát tað, vit í stuðulsgrunninum hjá KRIS hava upplivað til okkara landsinnsavnan.
KRIS arbeiðir málrættað fyri at gera tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, før fyri at liva eitt vanligt lív og geva teimum vónina aftur um eina betri framtíð.