160 ítróttartímar í SvF

Fótbóltur. Fyrstu átta mánaðirnar í ár vóru 120 ítróttarsendingar í SvF

Fyrstu átta mánaðirnar av hesum árinum sendi Sjónvarp Føroya umleið 160 tímar við ítrótti.

Hetta vísur ein fyriblis uppgerð, sum SvF hevur gjørt.

Talið á ítróttarsendingum í SvF frá 1. január til 1. september var 120, og størsta ítróttargreinum á skíggjanum var fótbóltur. SvF sendi bæði føroyskan og útlendskan fótbólt.

19 dystir frá ensku Premier League vóru sendir í SvF, og fleiri dystir frá europeiskum fótbóltskappingum vóru eisini at síggja í SvF, millum annað finalurnar í Champions League og UEFA-Cup.

Sjóvarpið sendi eisini frá Formel 1, fram til 1. september vóru 20 sendingar við Formel-1 kappkoyring á skíggjanum.

SvF sendi 10 sendingar frá HM í manshondbólti, sum var í Egyptalandi tíðliga í summar, og eisini heimligur hondbóltur var at síggja.

Sjónvarpið hevði sítt egna lið við til Oyggjaleikirnar, og tey fólkini gjørdu sjey sendingar av Gotlandi.

Og í august mánaði var HM í frælsum ítrótti í Spania, og haðani hevði SvF 22 sendingar, sum vardu í umleið 16 tímar tilsamans.

Í Degi og Viku týsdagin verða nøkur innsløg frá fótbóltskappingini, sum endar um eina góða viku.