16 fólk, fýra kvinnur og tólv menn, hava søkt starvið sum stjóri í Kringvarpi Føroya Fýra kvinnur og 12 menn hava søkt um at sleppa at loysa Jógvan Jespersen av sum stjóri í Kringvarpi Førya. Hann hevur sagt upp og fer frá tann 31. mars.
Rúni Heinesen, formaður í stýrinum heldur, at tá havt verður í huga trupulleikanar, stovnurin hevur drigist við og stóra eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í løtuni, kann hann bert fegnast um, at 16 fólk hava søkt starvið.
Nýggi kringvarpsstjórin verður settur seinni í hesum mánaðinum.
Allir umsøkjararnir eru føroyingar.










