Meirilutin í donsku Valrættarnevndini mælir til at broyta lógina, so valrættaraldurin verður settur til 16 ár. Í meirilutanum eru umboðini hjá verandi stjórnarflokkum og Eindarlistanum. Umboðini hjá hinum flokkunum ivast hinvegin í, um tað er rætt at lækka valrættaraldurin, og tey taka ikki undir við broytingini, skrivar danska kringvarpið.
Í tilmælinum, sum nevndin fer at leggja fram, mælir meirilutin til, at Fólkatingið skal viðgera møguleikan fyri at seta valrættaraldurin til 16 ár, í øðrum lagi 17 ár.
Meirilutin sigur eisini, at ber tað ikki til at fáa meiriluta fyri at lækka valrættaraldurin, skjýtur nevndin upp at gera eina roynd við 16 ára valrættaraldri, tá val verður til Evropatingið í 2014.
Tað tekur tíð at broyta valrættin í Danmark, tí umframt samtykt í Fólkatinginum skal málið eisini til fólkaatkvøðu.









