4. januar 2021 byrjaði ein nýggjur flokkur av lesandi á Heilsuskúla Føroya, tá 16 næmingar byrjaðu á heilsuhjálparaútbúgving.
Teir 16 næmingarnir eru úr øllum landinum, og av teimum 16 eru 2 næmingar úr Suðuroynni, veit Suðurrás at siga.
Umframt heilsuhjálpara ber eisini til at nema sær útbúgving sum heilsurøktari og námsfrøðihjálpari á Heilsuskúla Føroya á Skúladeplinum í Suðuroy.