16 kvinnur í Havn tjentu í fjør yvir eina millión krónur. Tað vísir ein gjøgnumgongd av skattalistunum í Tórshavnar kommunu fyri 2016.
Tilsamans eru 248 persónar skrásettir í Havn, sum hava yvir eina millión krónir í skattskyldugari inntøku í 2016. 16 teirra eru altso kvinnur, sum svarar til seks prosent.
Okkurt bendir á, at lættasti mátin at tryggja sær eina inntøku yvir milliónina um tú ert kvinna, er at lesa til lækna, tí 12 av teimum 16 eru læknar, tvær eru stjórar í privatum fyritøkum og tvær eru sjálvstøðugar vinnurekandi. Tvær teirra eru búsitandi uttanlands.
Tann yngsta av teimum er 35 ára gomul og tann elsta, sum andaðist fyrr í ár, gjørdist 73 ára gomul.
Lægsta skattskylduga inntøkan hjá teimum 16 var 1.026.069 krónur, meðan tann hægsta var 1.949.800 krónur.
Í 2015 vóru tað eisini 16 kvinnur í Havn, sum tjentu yvir eina millión krónur, men tá vóru tað tríggjar aðrar, sum tjentu yvir tvær milliónir krónur.
Til samanberingar vóru tað í 2015 34 kvinnur í øllum Føroyum, sum høvdu eina inntøku á yvir eina million krónur. Sjey teirra fingu yvir tvær milliónir krónur og fýra yvir tríggjar milliónir.