Ein sjálvmorðsbumba hevur í dag dripið í minsta lagi 16 fólk og sært 20 í Somalia.
Álopið fór fram í býnum Beledweyne.
Tað upplýsir somalska løgreglan fyri tíðindastovuna dpa.
Álopið fór fram fyrrapartin á eini matstovu. Ein kvinna fór inn og útloysti síðani sjálvmorðsbumbuna
Tann islamistiska og hernaðarliga rørslan al-Shabaab hevur umvegis útvarpstøð sína átikið sær ábyrgdina fyri álopinum. Rørslan er knýtt at al-Qaeda.
Bumban varð ætlað embætismonnum og hermonnum, sum sambært dpa vanliga nýta hesa matstovuna.
Sambært tíðindastovuni AFP eru fleiri starvsfólk í stjórnini millum tey deyðu.
Eitt eygnavitni sigur fyri tíðindastovuna Reuters, at eisini hermann eru dripnir í álopinum.
– Eg taldi sjey við hermonnum og sivium og yvir tíggju særd, sigur Aden Fara, eygnavitni.
Ein annar av teimum deyðu var eitt valevni til tjóðartingsvalið, skrivar Reuters víðari.
Tjóðartingsvalið byrjaði 1. november og skuldu enda 24. desember, men varð seinkað fleiri ferðir. Nú verður hildið, at tað endar 25. februar.
Beledweyne er høvuðsstaðurin í landspartinum Hiraan.
Fyri umleið einum mánaði síðani varð eisini somalski høvuðsstaðurin Mogadisju raktur av eini spreinging.
Her vóru minst átta fólk deyð av eini bilbumbu. Tað varð sprongd á eini gøtu.
Mikudagin vóru í minsta lagi níggju fólk dripin, tá al-Shaabab leyp á ymisk støð í Mogadishu. Við tað høvið vóru bæði bumbur og skotvápn nýtt.
/ritzau/